
01-05-2023
Byggifrøðingar vitjaðu Articon
Leygardagin var Føroya Byggifrøðingafelag á virkisvitjan hjá Articon. Fyrst varð farið í elementhøllina á Sundi, har hallarleiðslan tók ímóti, vísti fram høllina og greiddi frá, hvussu element verða gjørd. So varð hildið út á Argir at síggja, hvussu tey verða uppsett og kunnu taka seg út. Hetta var í Reynstúni, har Articon í løtuni er í ferð við at smíða sambýli. Vit takka byggifrøðingunum fyri vitjanina og áhugan.
Enter