449138114 975122657954614 8307005058443715789 N
28-06-2024

Reisigildi í stórhøllini Við Tjarnir

21. apríl í 2023 skrivaðu vit á heimasíðuni, at skjøtul var settur á tjóðarhøllina. Víðari skrivaðu vit, at høllin verður liðug 29. januar 2025. Vit skriva nú 28. juni 2024 og í dag er reisigildi.

Í dag arbeiða 60 fólk upp á høllina við Tjarnir. Tá ið innilokað er, verða enn fleiri, tí tá sleppa undirveitarar í holt við sítt.
Arbeiðið við høllini hevur gingið væl. Veðrið hevur verið tvørligt viðhvørt, og saknur var í fólki undir verkfallinum; men tað lagaði seg alt, og síðan hevur full ferð verið á. Roknað verður við, at tað mista verður afturvunnið, so at tíðarætlanin fer at halda.

Í dag arbeiða umleið 60 fólk í verkætlanini. Nú vit fara at arbeiða við at inniloka høllina, fara fleiri starvsfólk at manna øll toymini, og merkir hetta samtíðis, at aðrir undirveitarar sleppa framat.

Undirveitararnir eru EL.FO, HVS og ventilatiónina gera samtakið Demich/Maria Poulsen. Høllin verður klár fyrst í komandi ári.