Jóhan Hjartvardson Útlærdur Insta Edited
31-01-2025

Jóhan Hjartvardsson útlærdur

Í dag er Jóhan Hjartvardsson útlærdur sum húsasmiður hjá ArtiCon. Á samkomu í gjár móttók Jóhan sítt sveinabræv og eina heilsu frá felagnum.

Articon hevur í dag 30 lærlingar í starvi. ArtiCon leggur stóra orku í, at útbúgva handverkarar innan fleiri økir, og hevur felagið góðar royndir við at hava lærlingar í útbúgving.

Vit ynskja Jóhan hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Jóhan heldur á fram í felagnum.

Á myndini síggjast Jóhan Hjartvardsson, Jón Sigurdsson, stjóri og Jóhan Sørensen, leiðari hjá Jóhan.