11Okt24 84A8694
06-11-2024

Hjá ArtiCon fekk eg avbjóðingarnar, eg ynskti mær

"Hjá ArtiCon fekk eg avbjóðingarnar, eg ynskti mær"

Tað sigur Armgarð Mortensen, sum á vinnuakademinum í Keypmannahavn lesur til kort- og landmátingarteknikara – til landmátara, sum tað eisini eitur – og sum í heyst hevur verið í starvsvenjing hjá ArtiCon.

Í starvsvenjingartíðini ynskti hon at koma til Føroya at arbeiða fyri at fáa innlit í føroyska byggivinnu og fyri at síggja, hvussu hon virkar í mun til ta donsku.

“Tað skuldi helst vera í einari av teimum størru fyritøkunum, tí har eru betri møguleikar fyri fjølbroyttum uppgávum. At tað bleiv ArtiCon, var eitt sindur av tilvild, men gott tað sama, tí her havi eg lært eina rúgvu og havi ment meg bæði fakliga og persónliga, so betri kundi tað ikki blíva,” sigur hon.

“Eg eri sloppin at taka egnar avgerðir og at læra av mínum feilum. Havi eg ivast í onkrum, havi eg fingið vegleiðing frá starvsfeløgum og ikki minst frá mentorinum hjá mær, Boga Fossdal, landmátara. Tað hevur verið heilt perfekt.”

Uppgávurnar hjá Armgarð hava verið skiftandi og hava fevnt um eitt nú uppmáting og avseting við totalstøð, dronuflúgving til punktskýggj og um dataarbeiði við Pix4D, Civil 3D, ReCap og Trimble.

“Tann mest avbjóðandi parturin hevur verið at venja meg við landmátingarskipanina Trimble í mun til Leica, men tað hevur verið eitt fakligt framstig, ið eg havi tikið við opnum ørmum,” sigur Armgarð.

“Tann tekniski parturin av arbeiðinum hevur alt at siga og skal lærast, men so er tað eisini tann kulturelli parturin, altso mátin, sum vit hugsa og arbeiða uppá, og her er tað ið hvussu er á summum økjum munur á kulturinum í Føroyum og niðri,” sigur Armgarð. “Tilgongdin til arbeiðið er til dømis rættiliga ymisk millum londini. Í Danmark eru landmátarar ofta innleigaðir sum serfrøðingar. Í Føroyum er fakligheitin breiðari, og man arbeiðir upp á tvørs av fakøkjum fyri at loysa uppgávurnar”.

Armgarð er eisini útbúgvin jarðfrøðingur og heldur, at jarðfrøði og landmáting hóska væl saman.

“Eg valdi at fara í gongd við landmátaraútbúgvingina, tí hon liggur so væl upp at míni fyrru útbúgving sum jarðfrøðingur. Jarðfrøði er akademisk, har landmáting er handalig. Tað gevur eitt sovorðið gott mattj, og tá eg eri liðug við landmátaraútbúgvingina í summar, havi eg møguleikan at arbeiða bæði handaligt og akademiskt, og tað er stórt”, sigur Armgarð at enda og takkar fyri tíðina á ArtiCon.

Vit siga sjálv takk og ynskja Armgarð bestu eydnu við útbúgvingini víðari.

Útbúgvingin sum kort- og landmátingarteknikari er tvey ára akademiútbúgving. Les meira um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Københavns Erhvervsakademi á https://kea.dk/uddannelser/erhvervsakademi/kort-og-landmalingstekniker.