
21-12-2024
NÝGGIR HANDVERKARAR
Í gjár var jólahugni hjá Articon. Sum undanfarnu ár, var skráin fjølbroytt. Millum annað fingu tríggir lærlingar sveinabrævið handað og eru nú handverkarar.
Teir tríggir eru: Ottu Kruse, maskinsmiður, Árni Ari Joensen, húsasmiður og Fríður Rani Beintuson, húsasmiður.
Jón Sigurdsson, stjóri á ArtiCon, bar teimum nýggju handverkarunum eina heilsan. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og góða eydnu á leiðini víðari. Allir tríggir halda áfram í starvi hjá ArtiCon.