Mynd til heimasíðu.jpg
26-04-2018

ArtiCon setur fokus á óneyðuga tómgongd hjá bilum og maskinum

Við yvirskriftini “Tú kemur ongan veg í tómgongd!” er ArtiCon farið undir eitt átak, sum setir fokus á óneyðuga tómgongd hjá bilum og maskinum í felagnum. Tómgongd er spill av brennievni, eins og hon er til ampa fyri onnur við luftdálking, lukti og larmi. Orka skal nýtast við skili, og málið við átakinum er, at øll óneyðug dálking av umhvørvinum skal fyribyrgjast.

Í samband við hetta átakið eru tað gjørdar tvær plakatir, ið lýsa støðuna í felagnum í verandi løtu. Eisini hava tær millum annað góð ráð um, hvussu ein kann minka um óneyðuga tómgongd. Hesar plakatirnar verða hongdar út á øll byggiplássini hjá ArtiCon. Eisini eru tað framleidd klistrimerki, sum vera klistrað í øll akførini hjá ArtiCon fyri at minna fólk á at sløkkja motorin. Tankin er, at tað snýr seg í stóran mun um at fáa fólk at broyta hugburð,og skifta ringar vanar út við góðar.

Eitt dálkað umhvørvi ávirkar okkum øll, og tí vil ArtiCon gera sítt til, at vit ikki eru við til at dálka umhvørvið óneyðugt.