20240424 113213
17-06-2024

Sambýlið í Reynstúni avhendað

Í dag varð nýggja sambýlið í Reynstúni á Argjum avhendað. Byggiánari hevur verið Almanna- og mentamálaráðið, og vegna ráðið var tað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum tók ímóti lyklunum. Landsverk hevur verið byggiharri.

Farið varð til verka hin 28. juni 2022, so arbeiðið hevur tikið snøggliga tvey ár at gera. Átjan fólk fara at búgva í sambýlinum.

Fýra stórar arbeiðstøkur vórðu útbodnar í sambandi við verkætlanina, og ArtiCon hevur havt tvær teirra. Jørð- og kloakkarbeiðið og betong-, lendis-, timbur-, gólv-, málara- og múraraarbeiðið, arbeiðið varð liðugt 8. mai 2024.

Hjá ArtiCon hevur tað serliga verið timburarbeiðið, sum hevur verið áhugavert. Tað nógva er gjørt í elementhøllini hjá ArtiCon á Sundi og so uppsett í Reynstúni. Hetta hevur havt fyrimunir við sær, tí dagarnir verða fleiri, tá ið smíðast kann í le soleiðis fyri veðri og vindi, og fittligari er tað eisini hjá timburhandverkarunum, sjálvandi tað.

Hetta hevur verið størsta timburelementarbeiði hjá ArtiCon nakrantíð. Gjørd eru 150 elementir, hitt størsta 4,2 metrar breitt og 12 metrar langt.

Arbeiðið hevur gingið sera væl, og ikki minst fegnast vit um, at skilaliga er farið um, so at eingin er komin nakað til skaða hesa tíð, sum arbeiðið upp á sambýlið hevur staðið uppá.

Vit ynskja Almanna- og mentamálaráðnum hjartaliga til lukku við bygninginum og takka fyri góða samstarvið við bæði Landsverk, ráðgevar, undirveitarar og aðrar samstarvspartar.

 

Undirveitarar hjá ArtiCon hava verið:

• Hjálpirót

• Byggitrygd

• Múrskeiðin

• BMT Tagdækning

• Gólvfix við Sigurd Hentze

• Málarameistarin Signar á Fríðufløtum

 

Ráðgevar hava verið:

• MAP

• LBF

• PBC