
06-09-2007
Hoyvíkar Kirkja
Articon byggir nýggju, vøkru kirkjuna í Hoyvík. Arbeiðið verður gjørt sum høvuðsarbeiðstøka, og tað fevnir um allar partar av byggiarbeiðnum so sum jørð- og kloakkarbeiði, betong-, timbur-, málaraarbeiði, hitaverk og sanitet eins og takarbeiði. Júst takarbeiðið er nakað serligt, tí oman á kirkjuna verður løgd ein sera vøkur kopartekja, ið danskir undirveitarar hava lagt á.
Arbeiðið hevur gingið væl, og Articon er við at leggja seinastu hond á arbeiðið, sum verður liðugt 14. september 2007. Kirkjan verður vígd allahalgannadag, 4. november.