
15-04-2020
Vindmyllulund omanfyri Porkeri
P/F Vindfelagið í Neshaga byggir vindmyllulund omanfyri Porkeri. Articon stendur fyri arbeiðnum at gera ein 2,5 km langan veg frá landsvegnum og niðan til vindmyllulundina umframt planering fyri myllufundamentum, leiðingingum og asfalti á vegin. Arbeiðið gongur, sum ætlað, og væntandi verða vegurin og lendisarbeiðið liðug fyrst í juni.
Á dronumyndini sæðst arbeiðið, sum er gjørt hiðartil. Trýst á niðanfyri linkið, fyri at síggja dronumyndina.