DSC00959.JPG
05-12-2017

ArtiCon setur fokus á trygdina

Trygdin hevur øll árini verið ein týðandi partur av virksemi okkara. Tey seinastu 10 árini hevur felagið havt sín egnu HTU-deild. Í løtuni er eitt innanhýsis átak, hvørs endamál er at fáa starvsfólkini áhaldandi at seta trygdina í hásæti.

Talan er um eitt átak við einum serligum HTU-jólakalendara. Hvønn dag kunnu starvsfólkini opna eina lúku á jólakalendaranum, har tey fáa ein spurning um ymisk trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Síðani verður drigið ímillum innkomin svar, og hvønn dag í desember mánaði hava starvsfólkini møguleika at vinna ein góðan vinning, sum ymiskir veitarar hava latið til átakið.

Tað eru Evelyn Gaard og Rebekka Øster sum samskipa átakið. Tey lata sera væl at tiltakinum, har starvsfólkini bæði lesa og svara spurningum hvønn dag. Hetta er eitt jaligt tiltak, sum skal gera arbeiðsumhvørvið tryggari fyri bæði starvsfólk, undirveitarar og kundar hjá ArtiCon.