
02-07-2008
Thor Omega av bakkastokki
Leygarmorgunin 28. juni fór komandi "Thor Omega" av bakkastokki á skipasmiðjuni á Skála. Hetta er seinni nýbygningurin hjá Thor í Hósvík. Talan er um eitt veitingarskip, sum er systirskip við Thor Alpha, ið varð doyptur og latin eigarunum 23. februar í ár.
Eins og á fyrra skipinum ger Articon, sum undirveitari hjá Tórshavnar Skipasmiðju, apteringsarbeiðið umborð. Felagið hevur 8-10 handverkarar/arbeiðsmenn til arbeiðis. Arbeiðið gongur, sum ætlað, og 14. septembur 2008 er dagurin, tá skipið verður doypt og latið eigarunum.