20Des24 84A6843 (1)
10-01-2025

Gevst vegna aldur

Um ársskiftið var seinasti arbeiðsdagur hjá Jens Jákupi Olsen, sum nú fór upp á pensjón, 70 ára gamal, eftir at hava arbeitt tey seinastu fimm árini hjá ArtiCon; øll á verkstaði felagsins. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði Jens Jákupi fyri ídni hansara hesa tíðina, hann hevur starvast hjá felagnum.

ArtiCon hevur ein 60+ politikk, sum sigur, at starvsfólk kunnu halda á fram at starvast, eftir at tey eru bæði 67 og 70 ár. Elsta starvsfólkið í felagnum er 75 ár. 

Vit ynskja Jens Jákupi Olsen alt tað besta í framtíðini