
08-10-2010
Articon hevði besta projektuppskotið til Boðanesheimið
Eftir at bygginevndin hevði gjørt sítt arbeiði, hevur kommunan í hesi vikuni viðgjørt tilmælið - fyrst í sosialu nevnd síðan í fíggjarnevndini og í gjár avgjørdi býráðið at fara í samráðingar við ArtiCon um hesa stóru verkætlan.
Út frá eini samlaðari meting átti ArtiCon besta projektuppskotið, sum er gjørt í samstarvi við Albert Isfeld, Gudmund Hansen og Selmar Nielsen arkitektar, LBF, Martin E. Leo og SMJ ráðgevandi verkfrøðingar.
Miðað verður eftir, at lendisarbeiðïð skal byrja síðst í novembur.