DSC00740.JPG
07-04-2017

Bjartur á Norði útlærdur maskinsmiður

Í dag hevur verið samkoma á Verkstaðnum á Hjalla hjá Articon. Samkoma var fyri Bjartur á Norði, sum hevur staðið í læru sum maskinsmiður hjá Articon.

Lærutíðin hevur skift millum arbeiði á verkstaðnum og runt landið, har Articon hevur verkætlanir. Nógv virksemi hevur verið øll árini, Bjartur hevur verið í læru. Ein partur av lærutíðini hevur verið á Tekniska skúla í Klaksvík, har Bjartur tók sveinaroynd um heysti 2016.

Bjartur sigur, at lærutíðin hevur verið góð. Viðurskiftini eru væl skipaði, og ikki minst hevur trivnaðurin verið sera góður øll árini.

Bjartur heldur á fram at arbeiða á verkstaðnum hjá Articon.

Articon ynskir Bjartur hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini.