19-12-2017
Kári Viderø Olsen útlærdur
Í dag er Kári Viderø Olsen útlærdur sum maskinsmiður hjá ArtiCon. Kári lærdi hjá KSS í Klaksvík ta fyrstu tíðina, men hann hevur seinasta árið lært hjá ArtiCon. Á samkomu norðuri á Strond í dag móttók Kári sítt sveinabræv og eina heilsu frá Jón Sigurdsson, stjóra.
Articon hevur í dag 23 lærlingar í starvi. Av hesum eru tríggir maskinsmiðir. ArtiCon leggur stóra orku í, at útbúgva handverkarar innan fleiri økir, og hevur felagið góðar royndir við at hava lærlingar í útbúgving.
Vit ynskja Kára hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini.