
16-02-2021
Umvæling og uppíbygging avhendað Føroya Keypsamtøku
11. januar fór Articon undir at umvæla og gera ein tilbygning til FK-handilin í miðbýnum í Havn.
Arbeiðið hevur millum annað umfatað at skifta flísarnar á gólvinum í handlinum og á goymsluni. Samstundis, sum hetta arbeiðið fór fram, bleiv túnið, har vørumóttøkan er, grivið upp og stoypt nýtt.
Articon gjørdi eisini fleiri smærri umvælingar inni í handlinum umframt eina uppíbygging, har tað í framtíðini skal bakast breyð og aðrar bakeoff-vørur.
Føroya Keypsamtøka stóð sjálv fyri samskipan av arbeiðinum og avtalum við aðrar fakarbeiðstakarar.
Verkætlanin var liðug í gjár og er í dag avhendað Føroya Keypsamtøku.