Starvsvenjingin hevur gingið skjótt
Í fimm vikur hava Dánjal Sørensen og Kenneth á Argjaboða verið í starvsvenjing hjá ArtiCon. Teir siga, at tíðin hevur gingið ógvuliga skjótt, nú starvsvenjingin endar í dag. Dánjal og Kenneth lesa byggitøkni á Glasir í Tórshavn.
Bæði Dánjal og Kenneth hava verið glaðir fyri tær praktisku royndirnar, teir hava fingið hesar vikurnar, hóast tíðarskeiðið ikki hevur verið so langt. Nakrar av uppgávunum, teir hava havt ábyrgd av, er at tekna, gera mongdar útrokningar, samskipa starvsfólk og uppgávur í samband við at seta gipsveggir upp.
ArtiCon hevur regluliga lesandi frá tekniskum-, og háskúlum inni í starvsvenjing. Uppgávurnar í felagnum eru væl egnaðar til lesandi í starvsvenjing.
ArtiCon ynskir bæði Dánjal og Kenneth góða eydnu víðari í útbúgvingini.