Úr Danmark í starvsvenjing hjá ArtiCon
Tummas Simonsen lesur verkfrøði og er í hesum døgum í starvsvenjing hjá ArtiCon í verklagsarbeiði. Tummas lesur “arktiskan byggihátt og infrastruktur” á DTU Sisimiut, DTU Ballerup og DTU Lyngby, sum eru í samstarvi um útbúgvingina.
“Eg søkti um at koma í starvsvenjing hjá ArtiCon, tí fyritøkan hevur so nógvar stórar verktøkur,” sigur Tummas. Starvsvenjingin byrjaði við eini innleiðslu.”Fyrstu vikuna fekk eg kunning um søguna, málsetningarnar og virðini hjá fyritøkuni. Síðan var eg á grundleggjandi trygdarskeiði, og á byggiplássinum var eisini innleiðsla, so eg kom bæði væl og trygt inn í uppgávurnar.”
Víðari sigur Tummas: “Eg havi verið á fýra ymsum verktøkum. Innkomuvegnum, Húsareynstunlinum, Við Tjarnir og á vinnustykkjunum á Ovara Hjalla. Eg havi serliga brúkt tíðina upp á prosjektstýring, har eg havi samskift við ymsar partar og svarað spurningum, sum koma inn frá degi til dags. Eg havi eisini havt fastar uppgávur, so sum at taka vatnroyndir og kekka kvalitetstryggingina av Húsareynstunlinum, og nakrar landmátarauppgávur hava eisini verið, sum mær hevur dámt væl. Og so ríkiligt av fundum, sjálvandi, bæði byggifundir, KS-fundir og aðrir.”
Tá ið lesandi koma í starvsvenjing hjá ArtiCon, er umráðandi, at tey royna nógv ymiskt og kunnu nýta lærdómin víðari í lesnaðinum.
“Júst hatta er ein viktigur partur av starvsvenjingini,” sigur Tummas. “Eg havi roynt meg rættiliga nógv í CAD-arbeiði, har eg havi brúkt stórt sæð alt, eg havi havt við mær frá lesnaðinum, og nú kann eg so leggja lærdómin frá praktiska arbeiðinum afturat. Sama hevur verið við landmáting, og so eisini bara tað at finna loysnir til dagligu málini, sum altíð stinga seg upp.”
Ofta velja lesandi at fara í starvsvenjing uttanlands, men alt fleiri koma nú til Føroya. Tað er eitt val, man má taka, heldur Tummas. “Uttanlands eru fleiri spesialiseraðar fyritøkur, og vil man tann vegin, eru Føroyar kanska ikki rætta stað at fara. Her fær man hinvegin roynt seg á fleiri økjum, og er lesnaðurin meira breiður enn snævur, so er altíð ovmikið at fáast við.”
Spurdur, um hann kann viðmæla øðrum at koma heim til Føroya í starvsvenjing, er Tummas ivaleysur. “Ja, avgjørt. Tað eru spennandi uppgávur í Føroyum, og tær kunnu eisini krevja eitt sindur av tær, tí tað, sum stendur í skúlabókunum, kann ikki altíð flytast yvir til føroysk viðurskifti, so man lærir at hugsa sjálvur.”
“Tað ringasta er ofta bara at koma í gongd,” heldur Tummas. “ArtiCon er stórt, og tá man er nýggjur, so veit man ikki, hvønn man skal venda sær til, um okkurt er, men tá eg so havi spurt meg fyri á kontórinum, so havi eg fingið greiðu á hesum skjótt. Onkuntíð eru nógvir bóltar í luftini í senn, og so er bara at hava tunguna mitt í munninum.”
Honum dámar væl starvsvenjingina. “Tað kennist sum at hava eitt fullfíggjað starv. Eg havi fingið ábyrgd av fleiri av teimum dagligu uppgávunum, og tað hevur verið áhugavert at sæð, hvussu avbjóðingarnar broyta seg alt eftir hvørjum landi, man er í. So ja, at lesa uttanlands og vera í starvslæru í Føroyum kann heilt sikkurt viðmælast,” sigur Tummas at enda.
Frá HR-deildini hjá ArtiCon siga tey, at seinasta árið hava seks lesandi frá hægri námi verið í starvsvenjing í fyritøkuni. Øll fáa nakað burturúr, so hetta er ein burðardygg leið at fara og avgjørt nakað, sum ArtiCon fer at halda áfram við.