
29-01-2015
Articon byggir smoltstøðir til Bakkafrost
Sum ein liður í at tryggja framtíðarvirksemið fer Bakkafrost at økja munandi um smoltframleiðslu-orkuna. Í hesum sambandi er avtala gjørd við ArtiCon um at standa fyri útbyggingum av smoltstøðum felagsins.
Í fyrsta lagi verður nýggj smoltstøð bygd inni í Dølum á Viðareiði, og skal henda byggingin verða liðug innan eitt ár.
Avtalan umfatar eisini aðrar útbyggingar av smoltframleiðsluorkuni, og verða hesar framdar í 2016 og 2017.