
Reisigildi í Gøtudali
Í dag varð nýggi uppíbygningurin til læknamiðstøðina í Gøtudali reistur. Bygningurin er 28 metrar langur og 11 metrar breiður.
Tað koma tvær nýggjar viðtalur við tilhoyrandi kanningarrúmum, skrivstovum, køkum, skiftirúmum, vesum, goymslum og skoli- og vaskirúmum, alt í einari hædd. Sjøtul varð settur á arbeiðið í juni.
Í Gøtudali varð grabbin settur í, og í elementhøllini hjá ArtiCon á Sundi varð farið smíða elementini til bygningin. Síðst í september vórðu gólv og sokkul stoypt, og nú fyrst í hesum vórðu elementini klár og uppsett. Tað styttir um soleiðis at klárgera grundstykki og element í senn, og eitt-tvey-trý er tað uppsett og innilokað, og rørleggjarar, elektrikarar og annað fakbólk sleppur framat at gera sítt.
Arbeitt verður fram ímóti at kunna avhenda nýggja bygningin tann 16. desember.