
23-06-2017
Lærlingar í ArtiCon fingið sveinabræv
Hátíðarløta hevur verið fyrrapartin úti á skúlaheiminum í Marknagili í samband við, at lærlingar hava fingið sveinabræv. Millum lærlingarnar, sum móttóku sveinabræv, vórðu Torstein Mýlingstind og Sigurd Bjørn Mørkøre. Bæði Torstein og Sigurd Bjørn eru í læru sum húsasmiðir. Vit ynskja Torstein og Sigurd Bjørn hjartaliga tillukku við sveinabrævinum og alt tað besta í framtíðini.