03-09-2024

Sørvágs kommuna og ArtiCon hava gjørt sáttmála at útbyggja Alvalon í Sørvági

Sørvágs kommuna og ArtiCon hava gjørt sáttmála at útbyggja Alvalon í Sørvági. Nýggi bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður. Bygningurin verður í tveimum hæddum við lofti. Niðasta hæddin er til umsiting/starvsfólk, har skrivstovur og fundarhøli mynda hæddina. Á miðhæddini eru tvær barnagarðsstovur við umklæðing, bólkarúmi, hvílirúmi, motorikrúmi, sansarúmi og vátrúmun. Á loftinum er hugsavningarstað til børnini.

Ímillum verandi og nýggja bygningin verður høvuðsinngongdin, ið virkar sum bindilið til allar stovurnar á stovninum.

Niðasta hæddin verður úr betong bæði veggir og dekk. Ovara hæddin og tekjan verða gjørd sum timburelementir í høllini hjá ArtiCon á Sundi.

Ætlanin er at gera byggiplássið klárt og byrja jørðarbeiðið í september. Bygningurin skal avhendast í september 2025.