DSC00770.JPG
03-05-2017

8 nýggir lærlingar í ArtiCon

8 nýggir lærlingar eru byrjaðir 2. mai í handverkara læru hjá ArtiCon. Felagið móttók sera nógvar og góðar umsóknir, eftir at freistin var útið 18. apríl.

Fyrstu vikuna fara lærlingarnir at fylgja eini serligari innleiðslu skrá, har lærlingarnir verða settir væl inn í øll vikurskifti, hvussu tað er at vera lærlingur í ArtiCon.

ArtiCon leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina.

Lærlingarnir fara at læra innan hesi fak: timbur, múrarafakið, betong, jørð og kloakk. Tá lærlingarnir standa við síni útbúgving, kunnu teir kalla seg húsasmið, byggismið ella múrara.

Lærutíðin er 4 ár, harav 55 vikur eru á tekniska skúla í Føroyum, eins og nakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark.

Útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað.