
27-01-2023
Súsanna O. Nilssen útlærd sum skrivstovufólk
Súsanna O. Nilssen hevur í dag fingið lærubræv sum skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting.
Súsanna hevur staðið í læru í fyrisitingini á Hjalla. Í sambandi við yrkisútbúgvingina hjá Súsonnu var ein hugnaløta í kantinuni á Hjalla í morgun. Niclas Joensen, fíggjarstjóri, handaði Súsonnu eina heilsan frá felagnum í sambandi við merkisdag hennara.
Vit ynskja Súsonnu hjartaliga til lukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini. Súsanna heldur fram í felagnum sum skrivstovufólk.
Á myndini eru Niclas Joensen, fíggjarstjóri, Súsanna O. Nilssen, skrivstovufólk og Christian Danielsen, fíggjarleiðari.