
23-08-2019
Kristian Joensen og Høgni Feilberg Pedersen útlærdir handverkarar
Kristian Joensen og Høgni Feilbert Pedersen eru í dag útlærdir timburmenn í ArtiCon. Í hesum sambandi hevur samkoma verið í ArtiCon, har Jón Sigurdsson, stjóri hevði eina heilsu til nýggju handverkaranar. Kristian arbeiðir í dag á verkætlanini «Smoltstøðin hjá Bakkafrost» norðuri á Strond. Høgni arbeiðir í dag á verkætlanini «umvæling/útbygging av Tjarnargarð» hjá Tórshavnar Kommunu. Bæði Høgni og Kristian halda fram at arbeiða hjá ArtiCon.
Vit ynskja báðum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og góðu úrslitunum.