
24-04-2025
ArtiCon byggir nýggjan skrivstovubygning hjá Thor
Arbeiðið við nýggja skrivstovubygninginum hjá Thor gongur væl
Allir kjallaraveggir og lendisgólv eru stoypt, og á 1. hædd eru nú deltabjálkar settir upp, og holdekk eru løgd omaná. Hesir deltabjálkar eru gjørdir úr umhvørvisgóðum endurnýtslustáli.
Bygningurin er í trimum hæddum. Í kjallaranum eru servararúm, tøknirúm, goymslurúm og arkiv. Á 1. og 2. hædd, sum eru innrættaðar líka, eru skrivstovur, fundarhøli, vesirúm, goymslurúm og matarhøli.
Bygningurin er 38 metrar langur og 16 metrar breiður og verður upphitaður við jarðhita. Bygningurin skal standa liðugur i mai 2026.