Petur
29-04-2025

Petur liðugur við sveinastykkið

Petur J. Simonsen, timburlærlingur er liðugur við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á timburdeildini á Glasi í dag. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Petur verður útlærdur. Vit ynskja Peturi hjartaliga tillukku við sveinastykkinum og alt tað besta í framtíðini. 

Her síggja vit Petur, Heðin og Høgna, meistarar hjá Peturi í ArtiCon avmyndaðar á Glasi.